Torradagar: Klokkan 15.00 verður áhugaverd veðurlagsstevna á Skúlatrøð. Umboð frá SEV fer eisini at geva sítt íkast.
Torradagar: Klokkan 15.00 verður áhugaverd veðurlagsstevna á Skúlatrøð. Umboð frá SEV fer eisini at geva sítt íkast.
SEV hevur seinnu árini bygt nógv út við varandi orku, og í 2015 stavaðu 60 prosent av elframleiðlsuni frá vatni og vindi. Grøna kósin hjá elfelagnum hevur til endamáls, at elframleiðslan á landi í Føroyum verður 100 prosent grøn í 2030.
LES EISINI: VEÐURLAGIÐ Í BROYTING
Fyri at røkka málinum skal byggjast nógv meira út við varandi orku. Umframt vatn- og vindorku verður eisini neyðugt at fáa gongd á aðrar varandi orkukeldur í Føroyum – so sum sjóvarfall og sólorku. Í hesum útbyggingum er áhugavert at hyggja nærri at, hvussu veðrið fer at hátta sær í framtíðini, og hvussu veðrið kann ávirka elframleiðlsuna úr varandi orkukeldunum.
Í framløguni fer SEV at greiða stutt frá, hvørjum orkukeldum hugt verður at, og í hvønn mun veðrið kann ávirka elframleiðsluna.




