Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grønir pengar bjarga býarhegni

John William Joensen

Eitt av veruligu marathon málunum í Klaksvíkar kommunu seinastu mongu, mongu árini, er býarhegnið úti á Oyri.

Ilt er at siga, hvussu oftani hetta góða hegn hevur upptikið tíma eftir tíma á fundum í býráðnum. Hvussu ofta tað hevur verið toygt og toyggja millum oyrarbúgvar, búnaðarstovu og løgfrøðingar. Hvussu nógv er sagt, skrivað og skemtað við hesum máli, og ikki minni hvussu ofta eggsjúkir politikarar hava lovað býarhegn fyri kærkomnar krossar.
Men higartil hevur einki hegn verið í eygsjón og fólk og fæ hava húsast sum frægast.
Men brádliga, og mitt í øllum rokanum, ‘poppaðu’ neyðugu semjurnar upp, og ein loysn gjørdist møgulig. Treiska stríðið og viljin til at finna eina loysn hjá tykkum úti í Oyri hevur nú givið úrslit. Eins og við sóttreinsaða vatninum, kunnu vit takka tykkum fyri, at nakað hendir í hesum máli nú.

So far so good
Nú slóðað er fyri eini loysn, skulu pengarnir til finnast. Umframt hegn, pelar og arbeiðið at seta upp, skal græsrættur keypast. Alt í alt kr. 600.000,-Á fundi í teknisku nevnd Týskvøldið fekk eg eitt skjal stungið í hondina, sum vísir, hvar peningurin skal finnast. Tað vísir seg nevniliga, at hóast hetta mál hevur rullað í kommununi í eini 30 ár, so eru eingir pengar settir av.
Eftirsum Klaksvíkar kommuna hevur eina tekniska umsiting, við trivaligum avsetingum, væntaði eg ikki, at tað fór at vera nakar trupulleiki at finna neyðuga peningin onkustaðni millum skins og hold millum tær mongu konturnar á tekniska økinum á fíggjarlógini.
Men so var ikki. Tað verða sparsomu krónurnar á umhvørvisøkinum, sum koma at gjalda meginpartin. Sum formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini kundi eg uppá standandi fót mótmælt og kravt eina rímuligari fígging yvir fleiri málsøki.
Men nú kann vera vell. Nú skal býarhegnið gerast veruleiki og eg havi einki ímóti, at tað verða grønar krónur, sum loksins fáa skil á hesum máli. Júst tí rokni eg eisini við, at eg fái býráðið at taka undir við at seta meiri pening av á umhvørvisøkinum til komandi ár.
Ímeðan vit soleiðis í so mangar mátar bíða eftir framtíðini, verður tað eisini spennandi at síggja, hvussu skjótt tað nú verður arbeitt við at seta býarhegnið upp á Norðoyri.

Vinarliga
Rani Nolsøe
Form. í Heilsu- og umhvørvisnevndini