Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grønland á vegamóti

Danial Viðoy

Landstingsval í Grønlandi: Grønlendski búskapurin hongur í tunnum tráð – og dapru búskaparligu útlitini elva til eina tvístøðu, ið Grønland og Danmark mugu loysa og semjast um.

Landstingsval í Grønlandi: Grønlendski búskapurin hongur í tunnum tráð – og dapru búskaparligu útlitini elva til eina tvístøðu, ið Grønland og Danmark mugu loysa og semjast um.

28. november verður landstingsval í Grønlandi, bert hálvtannað ár eftir seinasta landstingsval. Orsøkin til val í ótíð var tann politiska orrustan, ið stóðst av, at Aleqa Hammond ólógliga hevði brúkt almennan pening til privat endamál. – Stóri spurningurin til komandi val er nevniliga, hvussu Grønland fær búskapin á rætt kjøl, og aftur kann fara at snakka um sjálvbjargni. Talan er um eina tvístøðu.

LES EISINI: Unga ættarliðið vil samstarva heldur enn at loysa

Martin Breum, sum fyri kortum gav donsku bókina út, ”Balladen om Grønland”, hevur gjørt eina greining av støðu Grønlands, nú tað aftur stundar til val.

Greiningin gevur yvirlit yvir tær avbjóðingar, sum eru handan politisku leiktjøldini í hesum valstríðnum. Hann skrivar, at danskir politikkarar eiga at geva hesum valinum gætur. Tí Grønland hevur brúk fyri stórum broytingum í framtíðini.

LES EISINI: – Hava tit internet í Grønlandi?

– Eingin av grønlendsku politikkarunum – og sera fáir danskir – ynskja, at økja blokkstuðulin og harvið økja um ósjálvbjargni. Men øll eru klár yvir, at okkurt má gerast. Men enn veit eingin hvørji tøk skulu takast, skrivar Martin Breum.

Grønland er á einum vegamóti. Búskapurin ridlar, blokkstuðulin skal ikki økjast; og tí mugu politikkararnir finna upp á ráð og taka stórar og munagóðar avgerðir næstu árini. Tað verður brúk fyri fleiri inntøkukeldum, um inntøkurnar í Grønlandi skulu fáa útreiðslurnar aftur.

Grønland kann ikki brúka ”nú og her” loysnir, tað mugu nýskipanir til, ið halda fleiri ár fram í tíðina.

LES NÁGREINILIGARI GREIN HER