Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grønland frábiður sær danskt drál

Vinnuhúsið

“Tað er ongin orsøk til eitt “time out” ella at bíða við at fara undir ráevnisvinnu í Grønlandi, eins og ávísir danskir politikarar hava borið uppá mál í seinastuni. Nú er tíðin komin til at handla og byrja virksemið!”

“Tað er ongin orsøk til eitt “time out” ella at bíða við at fara undir ráevnisvinnu í Grønlandi, eins og ávísir danskir politikarar hava borið uppá mál í seinastuni. Nú er tíðin komin til at handla og byrja virksemið!”

Tað segði Maliina Abelsen (mynd t.v.), virkandi fíggjarmálaráðharri í Grønlandi á ráðstevnuni Future Greenland í Nuuk í seinastu viku. Hon legði afturat, at komandi tíðin fer at prógva styrkina í ríkisfelagsskapinum í mun til grønlendska sjálvstýrið. Grønland hevur tørv á nýggjum inntøkum, og ráevnisvinna innan olju, gass og námsvinnu er ein týdningarmikil kelda til fleiri størv, førleikamenning og øktar inntøkur til grønlendska samfelagið.

“Vit vilja ikki finna okkum í, at menningin í Grønlandi verður seinkað orsaka av, at danskir fólkatingspolitikarar vilja hava eitt “time out” í tí lógarverki, sum vit mugu gera í mun til útlendska áhugan fyri íløgum í Grønlandi”, segði virkandi fíggjarmálaráðharrin, sum saman við Kupik Kleist, landstingsformanni, myndar leiðsluna í størsta samgonguflokkinum IA.

Føroyskur áhugi

Fleiri føroyskar fyritøkur vóru við á ráðstevnuni í Grønlandi. Føroya Arbeiðsgevarafelag varð eisini umboðað av Bergi Poulsen, formanni, og Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum.

“Tað er eingin ivi um, at grønlendskar fyritøkur eru áhugaðar í at samstarva við føroyskar fyritøkur” sigur Marita Rasmussen. “Harumframt er Grønland í eini sera spennandi menning, og tíðin minnir ikki sørt um støðuna í Føroyum fyri 10-15 árum síðani, tá í oljuleitingin byrjaði í Føroyum.” Grønlendingar meta sjálvir, at teir hava tørv á førleikamenning á mongum økjum, og teir meta eisini, at neyðugt verður at samstarva við útlendskar fyritøkur, um grønlendingar skulu gera seg galdandi í olju, gass og ráevnisvirksemi, sum fer at taka seg upp. Og føroyingar er vælkomnir at bjóða seg fram.