Samtíðis sum grønlendingar arbeiða við fyrireikingunum til at útvinna uran í Suðurgrønlandi, letur eitt uran-nám aftur í Kanada orsaka av fallandi prísum.
Í farnu viku boðaði námsfyritøkan Cameco Corporation frá, at tey ætla at lata aftur uran-námið við Rabbit Lake – í øllum førum fyribils. Ein av orsøkunum til avgerðina er, at prísirnir á urani á heimsmarknaðinum eru falnir sera nógv tey seinastu árini. Men ein onnur orsøk til avgerðina er eisini, at námið er gamalt og óeffektivt.
Tim Gitzel, stjóri í Camenco sigur, at útboðið av urani á heimsmarknaðinum er størri enn eftirspurningurin, serliga síðani vanlukkuna á Fukushima verkinum í Japan í 2011. Síðani ta vanlukkuna eru eisini onnur kjarnorkuverk latin aftur av trygdarávum.
Men hóast hetta, so arbeiðir grønlendska landsstýrið framvegis við ætlanini um at útvinna uran í Suðurgrønlandi, og tá Kim Kielsen var á vitjan í Føroyum í farna mánaði, helt hann fast við, at námsvinnan í Grønlandi skal gerast ein týðandi partur av grønlendska búskapinum.
Námið sum letur aftur í Kanada er næststørsta uran-nám í vesturheiminum.




