Í morgin verður skipað fyri mótmælistiltakið í Nuuk, har kravið er, at fólkaatkvøða verður hildin um spurningin, um uran skal útvinnast úr grønlendsku undirgrundini.
Tað er felagsskapurin “Uran? Nej Nuuk” ið skipar fyri tiltakinum.
“Tað eru framvegis veljarar sum minnast, at uran var eitt evni undir seinasta valstríði til Inatsisartut í 2014, tá lyfti vórðu givin um, at fólkið fór at verða hoyrt. Tíverri er hetta lyftið framvegis ikki sett í verk,” sigur formaðurin í felagsskapinum, Erik Jensen við Sermitsiaq.
Grønlendska tingið, Inatsisartut, skal fríggjadagin taka støðu til eitt mál um uran úr grønlendsku undirgrundini.




