Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grønlendski landsstýrisformaðurin Hans Enoksen og frú á almenna vitjan í Føroyum

John William Joensen

Fríggjadagin koma grønlendski landsstýrisformaðurin Hans Enoksen og frú Aaliiaraq Enoksen á almenna vitjan í Føroyum.

Tey lenda í Vágum klokkan 13.45, har løgmaður Jóannes Eidesgaard og frú Anita Eidesgaard taka ímóti.
Av flogvøllinum verður koyrt til Miðvágs, haðani siglt verður til Tvøroyrar. Á Tvøroyri tekur borgarstjórin Kristin Michelsen ímóti.
Um kvøldið verður løgmaður vertur við einum døgurða í Naddodda neystinum. 

Leygarmorgunin fara løgmaður og Hans Enoksen at hava ein fund í býráðshølinum á Tvøroyri, har millum annað ein samstarvsavtala um vinnumenning, útbúgvingar møguleikar og mentan, umframt samstarv á fiskivinnuøkinum, verður undirskrivað. Seinni verður farið til Vágs, har Vágs Kommuna verður vertur við einum morgunmati, eisini verður vitja hjá Sirri. Seinnapartin verður farið ein siglitúr til Fámjins. Um kvøldið verður Tvøroyrar Kommuna vertur við einum døgurða. 

Sunnumorgunin verður farið til Tórshavnar við Smyrli. Vitjað verður í grønlendingahúsinum, og seinni verður farið í kirkju í Vesturkirkjuni. Seinnapartin fara grønlendsku gestirnir aftur av landinum.