Vit gera alt ov lítið av at kjakast alment um okkara samfelagsáhugamál í Norðoyggjum, tí var tað hugaligt bæði at lesa innleggið og røðuna hjá Nicolinu Dahl um Gerðabø.
Vit eru helst nógv, ið minnast fyrstu býarætlanina fyri Klaksvík, sum helst varð lýst fyrst í 80-unum. Í tí ætlanini vórðu ymisk grøn øki løgd av í sjálvum býnum, hetta vóru øki, sum skuldu geva fólkunum í bygdu eitt sindur av náttúruumhvørvi í nærumhvørvinum og harafturat vóru hesi øki ætlaði til vatnleiðingar, el, kloakkir og annað.
Ætlanin við grønu økjunum var góð á pappírinum, men í praksis royndust tey onki serliga væl, við tað at tað skjótt vísti seg, at teigaleindi, ið lógu tætt uppat bygdum økjum skjótt gjørdust fótatraðk.
Við tíðini hvurvu flestu teirra, og á onkrum av teim tá ætlaðu grønu økjunum eru gjørd spælipláss úr betong, graslíki og øðrum.
Gerðabøur er nú partur av portrinum til Klaksvíkar og tí má roknast við, at eftirkomarar okkara eisini vilja brúka hetta økið til menningina av samfelagnum.
Fyri umleið 25 árum síðani var økið Gerðabøur lagdur út til skúlabygging, so í somáta er seint at gera vart við seg nú, um at Gerabøur skal liggja órørdur fyri eftirtíðina.
Tað er eftir okkara tykki heldur ikki rættvíst at leggja eftir ávísum handli í hesum sambandi. Vit vita jú, at handilin sum nevndur var í innlegginum í mong ár hevur havt umsókn í býráðnum um grundøki at byggja á. Tað sum kann undra er, at fyritøkan ikki fyri árum síðani hevur funnið sær eitthvørt brúkiligt, tí longu tá JFK bygdi heilsølu og timburhandil á Stongunum var sama fyritøka frammi við mótmæli, tí hon metti seg at hava ávísan forrætt at byggja á Stongunum.
Tað fyritøkan hevur gjørt í hesum sambandi er bert at søkja býráðið um øki og hareftir byggiloyvi og tað er jú býráðið og ikki fyritøkan, sum tekur avgerð um, um loyvt skal vera at byggja í Gerðabø.
Sjálvandi er tað harmuligt hjá okkum, sum eru komin nakað til árs at síggja at gomlu gøturnar verða broyttar til breiðar asfaltkoyrivegir og at nýggja samfelagið krevur meira pláss.
Men hugsa vit okkum um, so hava vit sjálvi jú gjørt júst tað sama og í so máta er Gerðabøur onki undantak.
Fyrst fekk bóndin har loyvi at byggja sær sethús og fjós, men sum tíðirnar broyttust og fyritreytirnar fyri rakstrinum av garðinum við, so hava vit har skjótt fýra sethús ístaðin og tað eiga vit at góðtaka.
Samdur við Nicolinu um, at teigalendini vóru nakað serstak og sera vakurt. Men teigarnir eru júst gjørdir fyri at fólk kundu lívbjarga sær og tá tíðin er farin frá teimum og jarðarbrúkið er vorðið meira industraliserað, síggja vit allastaðni at teir sum ídag reka garðar sum livibreyð als ikki kunnu brúka teigalendi. Tungu maskinurnar og intensitegurin krevur ídag stórar fløtur til rationellan rakstur og tí hevði lítið verið vunnið við varveitsluni av Gerðabø um bøndurnir veruliga fóru undir nútímans landbúna.
Onki ilt orð her frá, um at brúka Gerðabø til ábygging, men fyrst eiga vit at síggja eina ætlan fyri alt økið, soleiðis at vit og onnur, tá komið verður til býin síggja eitt vakurt býarandlit úr Norðoyatunnlinum.




