ENJO Føroyar bjóðaði 8. flokki á Argja skúla, at vaska bilar við einans køldum vatni og sjálvur borgarstjórin gav eina hjálpandi hond
Tað skuldi ikki standa á at fáa hjálp frá sjálvum borgarstjóranum, Heðin Mortensen, tá skúlanæmingar úr 8. flokki í Argja Skúla, vaskaðu bilar til frama fyri eina Londonferð.
Talan var eisini um eitt sokallað "grønt" átak, tí ENJO Føroyar skipaði fyri at eingin sápa bleiv brúkt í bilvaskinum.
Hetta passaði væl inn í konseptið við Grønu vikuni í høvuðsstaðnum og tí luttók borgarstjórin.
Umleið 100 bilar vóru vaskaðir – og vit skulu siga at bilarnir fóru reinir avstað aftur – eisini tann hjá borgarstjóranum.
Borgarstjórin imponeraður
Heðin Mortensen sigur at hann varð imponeraður við serliga handskan frá ENJO, sum bleiv brúktur at vaskað við.
– Fyrst spular tú bilin við køldum vatni og tá tað er gjørt leggur tú vatnslagnuna frá tær og letur teg í handskan.
– Síðani kelar tú bilin við handskanum og eg má siga, at tað var imponerandi at síggja hvussu reinur hann bleiv.
– Sjálvt tað gravskitna, sum lá í felguni fekk ein burtur við at kína við handskanum.
– Vanliga tá ein vaskar bil, stendur ein og spruttar við slangu, sápu og bust – men her bleiv bilurin kíndur reinur.
Grøna vikan eydnaðist væl
Heðin Mortensen sigur annars, at grøna vikan hjá Tórshavnar Kommunu hevur eydnast sera væl.
– Tað er altíð okkurt, sum ein lærur tá farið verður undir slíka verkætlan, men eingin ivi er um at endurnýtsluhandilin er ein sólskinsøgan.
– Tað streymaði fólk inn í handilin og hann er so at siga útseldur alla tíðina.
– Lutirnir, sum fólk ynskja at lata handlinum verða handaðir á Brennistøðini, sum liggur beint við handilin. Síðani verða lutirnir eftirhugdir – um okkurt manglar – og síðani verða teir lagdir í handilin – og keyptir av fólki fyri ein bíligan penga.
– Hetta hevur eisini ført við sær nýggj arbeiðspláss.
– Tað er ótrúligt hvat fólk í dag tveita burtur – telduborð, lampur, stólar, teldur o.a. og tað sum er sera spennandi við hesum handlinum er at útboðið broytist alla tíðina.




