Tá fólk í morgun koyrdu á gamla Leirvíksvegnum, var grót farið á vegin.
Gamli Leirvíksvegurin, sum liggur millum Leirvík og Kambsdal verður ikki nógv brúktur longur, nú tunnil er á staðnum. Men fólk koyra framvegis hendan vegin. Í morgun, tá fólk koyrdu, var stórur steinur komin á vegin, sum myndin vísir.
Vit vita ikki um nakran fólkaskaða.
Myndina tók Tummas Lervig




