Í skránni fyri býráðsfundin7. juli 2015 verður greitt frá, at býráðið í februar 2013 samtykti, at grótbrotiðkundi byrja gróttøku á Borðoyarvík, men síðan er málið steðgað upp.
Sum Norðlýsið skilur, erætlanin at flyta grótbrotið á vestursíðuna við Borðoyarvík, fyri harviðsamstundis at kunna útvega nýggj vinnuøki.
Í februar 2013 samtyktibýráðið, at Grótbrotið kundi byrja gróttøku á Borðoyarvík. Byrjað varð íøkinum, men higartil er bert tað eina skotið framt. Í fleiri umførum hevurverið eftirlýst ein ætlan fyri framhaldandi virksemi, herundir rudding avøkinum, sum við tíðini er blivið fylt upp við tilfari frá ymiskum útgrevstrum íbýnum.
Men á býráðsfundinum 7. juli samtyktieitt samt býráð at byrja aftur upp á ætlaða arbeiðið at útvega meira lendi tilvinnuna við Borðoyarvík.
Í hesum umfari verður tað gjørtvið at gera eina útfylling norðan fyri økið, har Bakkafrost hevur hús (símynd). Hetta arbeiði kann fremjast við at nýta tilfarið, sum liggur á økinum.Við hesum fæst eitt meirøki upp á uml. 150 kvm. Ynski er eisini um at leingjabryggjukantin sunnanfyri við uml. 14 m, verður upplýst í sambandi viðbýráðssamtyktina.




