Í løtuni dríggja vit gróti við at keypa skerv úr Norra, men grótbrotið á norðuri á Strond verður nú avslutta, sigur Heri Hammer býarverkfrøðingur
Seinastu tíðina eru fragtbátar við gróti úr Norra verið í góðshavnini í Ánunum og orðsøkin til hetta er at gróti er fari at ganga undan norðuri á Strond.
– Vit hava keypt eitt sindur afturat frá haganum men nú verður arbeitt út frá tí at grótbrotið letur aftur.
– Tað grótið sum skal brúkast til útfylling í Ánunum verður nú brotið upp úr botninum á grótbrotinum.
– Kvaliteturin á skervinum er haldur ikki nóg góður og tí noyðast vit at keypa úr Norra.
Út í Taravík
Heri Hammer sigur at teir ikki enn hava avgjørt hvat síðani skal gerast.
– Tað sum liggur nærmast er at fara út í Taravík, tí har hava kanningar víst at grótið er sera gott, men enn er sum sagt eingin støða tikin til hetta.




