Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grótbrotið verður ikki flutt

Norðlýsið

Men vit fara at spreingja við bátahylin á Borðoyarvík til eitt nú ífyllugrót, tí vit fara skjótt ikki at sprongja meira norðuri á Strond, men sand- og grúsgoymslan verður framhaldandi á Strond, sigur Heri Hammer, býarverkfrøðingur.

Økið sum talan er um, er frá venjingarpallinum í eldsløkking og suðureftir, ið vit hava keypt frá haganum. Talan er um 16000 fermetrar.

Vit fara fyrsta dagin at grava omanav, og tá grótbrotið aftur skal veita ífyllugrót til arbeiði, verður ífyllugrótið tiki við Borðoyarvík og ikki norðuri á Strond.

Norðari parturin av grótbrotinum á strond verður nú leigaður út til vinnulívið. Fyribils hava vit gjørt leigusáttmála við Bakkafrost og Klaksvíkar Havn. Sunnari parturin av økinum verður framhalddandi tilhaldsstað hjá kommunala grótbrotinum, har goymsla av sandi og grúsi verður.

Sandur og grús verður ídag innflutt, og goymslan av tí verður ikki við Borðoyarvík, men á Strond sum higartil, ímeðan íflyllugrót til nýbyggingverður tikið við bátahylin á Borðoyarvík, sigur Heri Hammer, býarverkfrøðingur at enda.