Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grov lyftisbrot uppá strípu

Jóhann Lutzen

Heilsumálaráðið meldar nú óbeinleiðis út, at lovaða heilsunýskipanin bert er kamuflasja fyri eini miðsavning av valdi í Tórshavn. Sjúkrahússtjórarnir í Klaksvík og Suðuroy verða settir á aðru parkett, og stjórin í Havn verður áljóðandi settur sum teirra javnlíki, men samstundis og í veruleikanum settur sum teirra yvirstjóri

Heilsumálaráðið meldar nú óbeinleiðis út, at lovaða heilsunýskipanin bert er kamuflasja fyri eini miðsavning av valdi í Tórshavn. Sjúkrahússtjórarnir í Klaksvík og Suðuroy verða settir á aðru parkett, og stjórin í Havn verður áljóðandi settur sum teirra javnlíki, men samstundis og í veruleikanum settur sum teirra yvirstjóri

Tað kom dátt við hjá mongum Norðoyingum, tá tað frættist at ætlanir eru um at seta ein forstjóra á Landsjúkrahúsinum, sum hevur endaligu ábyrgdina av rakstrinum av sjúkrahúsverkinum.

Úr einum fyrisitingarligum sjónarhorni hevði tað rættasta verið at latið stafettina gingið víðari, og latið antin Ronnie Midjord ella Hera Ellingsgaard verið forstjóra fyri sjúkrahúsverkið. Hesir hava drúgvastu royndirnar við sjúkrahúsleiðslu, hava verið við til at skriva Menningarætlanina fyri Sjúkrahúsverkið og kenna mannagongdir, skipanir og ikki minst ósemjur innanífrá. Ætlanin um bara at seta stjóran í Havn til forstjóra, bert tí at hann er stjóri í Havn, tænir ongum endamáli, uttan so at tað er eitt endamál í sær sjálvum, at stjórin í Havn gerst forstjóri.

Kollegial leiðsla slept

Í útvarpinum seinasta hóskvøld var eisini gjørt upp við demokratisku ætlanina um, at sjúkrahúsverkið skuldi hava eina kollegiala leiðslu. Sagt varð beinleiðis, at tá tað kemur til skarpskeringar, er tað forstjórin, t.v.s. stjórin í Havn, ið skal skera ígjøgnum. So sjálvt um teir báðir royndastu stjórarnir eru samdir um ein leist, er ætlanin, at nýggi stjórin í Havn skal kunna seta teir til viks og trýsta sítt ígjøgnum.

Greitt er soleiðis, at tey bæði útjaðarasjúkrahúsini ganga myrkari tíðum í møti. Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið, sum inniheldur nógv frambrot fyri Klaksvíkar Sjúkrahús har vit hava róst landsstýrskvinnuni fyri gott handverk, tykist í fyrstu atløgu sett til viks, fyri at útdelegera nógv tað mesta valdið til eina óroynda, vertikala leiðslu í Tórshavn.

Øgiligur ágangur

Á fiskivinnuøkinum hevur á hesum stað verið kritiserað, at samgongan serliga tykist hava útvalt sær vinnulívið í Norðoyggjum at skjóta eftir. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fortalaði seg helst, tá hann langaði út eftir hollendingum av tingsins røðarapalli – væl vitandi at tað serliga er í Norðoyggjum, at hollendskur kapitalur er til arbeiðis. Sami landsstýrismaður arbeiðir við hond og fót ímóti, at bummgjaldið til Vágar og Norðoyggjar skal avtakast, og ætlar sær nú í tingið við lóg um at leggja tunnilsfeløgini saman, so gjaldið kann halda áfram sum longst.

Ágangur á Norðurøkið hevur verið áður, og ein skammblettur í Føroya søgu – fyri báðar partar, skal fyri rættvísisins skuld leggjast aftur – er tiltikna Klakksvíksstríðið, sum nú er lýst í fleiri bókaverkum. Men nú tykist ágangurin ikki bara vorðin beinleiðis skipaður og miðvísur, hann fer eisini fram á fleiri hermótum samstundis. Fiskivinnupolitiskt verða vinnulívsmenn í Norðoyggjum útróptir til strámenn fyri hollendingar, samferðslupolitiskt vil man ikki integrera Norðoyggjar í landsvegakervið, og á heilsuøkinum eru nú ætlanir um eina toppstýrandi leiðslu í Havn.

Norðoyapolitikararnir mugu handla – nú!

Fólkið í Norðoyggjum hevur valt fleiri politikarar at umboða seg. Teir sita bæði í samgonguni í Løgtinginum og í Landsstýrinum. Ikki minst fekk løgmaður nógvar atkvøður í Norðoyggjum, tað er ongin loyna, at pápi hansara, Vilhelm Johannesen, var ein stríðsmaður fyri Norðoyggjar og ein undangongumaður, tá tað kom til at styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús. Ætla løgmaður og samgongan bara at hyggja at, meðan Landsstýrið brýtur tað niður aftur?