Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn

Jóhann Lützen

Manskórið Garpar høvdu eina konsert í Keypmannahavn hetta vikuskifti

 

Sangbólkurin Sanglærkerne høvdu bjóðað Gørpum at luttaka á teirra 10 ára føðingardegi, sum bleiv hildin í Lutherkirkju.

Umframt Sanglærkerne og Garpar, so luttóku eisini kendi sjónvarpslæknin Peter Quortrup Geisling á klaver, núverandi sangari í Shubidua Jørgen Thorup og kendi føroyingurin í Danmark Linda Andrews.

Fyri einari fullari kirku byrjaðu Garpar konsertina við at syngja kenda Shubidua sangin Den Røde Tråd saman við Jørgen Thorup.

Síðani sungu teir fleiri aðrar sangir – har fleiri høvdu sín upprunað í Vágum. Garpar endaðu konsertina við at syngja This little light of mine og Grøv nr. 13 saman Sanglærkerne, Jørgen, Lindu o.ø.

Til høvi hevði Niclas Heri umsett Grøv nr 13 til danskt – og ikki kann annað sigast, enn at tað rungaði í einari fullsettari kirku tá øll sungu; “Vi kommer altíð at leva….”

Umframt konsertina í Lutherkirku, vitjaðu Garpar eisini Sjúklingahotellið og Fólkatingið

 

Hoyr vakra sangin niðanfyri.