icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grovar hóttanir móti Norðlýsinum um myndirnar vóru almannakunngjørdar

John William Joensen

Longu áðrenn myndamaðurin hjá Norðlýsinum var komin niðan aftur á redaktiónina ringdi stjórin a Thor, Hans Andrias Joensen, og hótti við bæði einum og øðrum um Norðlýsið vísti almenninginum myndir úr lastini á RAN. Um Norðlýsið vísti myndirnar skuldi stóra reiðaríði úr Hósvík við øllum sínum stóra og umfatandi virksemið kvetta øll handilssambond við Klaksvík og klaksvíkingar gjørdi reiðarin stjóranum á Norðlýsinum greitt.

Longu áðrenn myndamaðurin hjá Norðlýsinum var komin niðan aftur á redaktiónina ringdi stjórin a Thor, Hans Andrias Joensen, og hótti við bæði einum og øðrum um Norðlýsið vísti almenninginum myndir úr lastini á RAN. Um Norðlýsið vísti myndirnar skuldi stóra reiðaríði úr Hósvík við øllum sínum stóra og umfatandi virksemið kvetta øll handilssambond við Klaksvík og klaksvíkingar gjørdi reiðarin stjóranum á Norðlýsinum greitt.

Blaðstjórin á Norðlýsinum var sum vanligt farin ein biltúr mikumorgunin við myndatólinum. Leiðin gekk sum vanligt inn í skúrar og umborð á bátar at frætta tíðindi og komin norð í Norðhavnina kemur hann í prát við fólk á bryggjuni sum sigur frá um vánaligan fisk umborð á Rán.

”Tey mugu bróta fiskin úr lastini við kúbeini tí alt er kroyst saman og fryst í ein klump….” verður sagt. Sum vanligt hjá blaðstjóranum, so fer hann sjálvandi umborð at hyggja at støðuni og ógvast við og tekur myndir av støðuni.

Kl. 11:31

Hans Andrias Joensen, stjóri í THOR, ringir til stjóran á Norðlýsinum tí myndamaður og blaðstjórin hjá Norðlýsinum, Oliver Joensen, uttan at biðja um loyvi hevur verið í lastini hjá RAN. Hetta er áðrenn blaðstjórin er komin niðan á redaktiónina og stjórin hevur ikki sæð myndirnar.

…. Um tað er lítið skil á lastini so er tað nakrir klaksvíkingar sum landa og eg kenni einki til at lítið skil skal verða á lastini…. Tit dyrka eina negativa søgu… veruleikin er tann at einki er galið við fiskinum umborð á RAN, hann er nógv betur enn nakar línufiskur…. Men kemur nakað sum helst um hetta í Norðlýsið so meldi eg teg.. og tað fyrsta eg fari at gera er at tosað við Skipafelagið. Vit hava einki at krógva, men tit vilja bara hava eina negativa søgu, tí tit hava hoyrt onkran landara niðri í lastini sum ikki tímir at landa. Skrivað tit nakað so kemur eingin bátur hjá okkum aftur til Klaksvík og tit verða meldaðir til politiið.

Kl. 13:43

Eftir at redaktiónin hevur mett um myndirnar verður avgjørt at koyra søguna men áðrenn søgan verður løgd út á neti sendir stjórin á Norðlýsinum liðugt skrivaðu greinina til stjóran í Thor til viðmerkingar. Síðani verður ringt til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at spyrja um teir hava nakað at viðmerkja til málið, og har verður vátta at teir longu kenna til málið og arbeiða uppá ”højtrykk” við málinum og at okkurt verður at frætta seinri.

Kl. 14:00

Ringir ein fyritøka í Klaksvík og heitir inniliga á stjóran á Norðlýsinum um ikki at almannakunngera myndirnar tí stjórin á Thor hóttir við ikki at keypa fleiri tænastur frá hesi fyritøkuni verða myndirnar kunngjørdar.

Kl. 14:15

Hans Andrias Joensen, stjóri í Thor ringir og setir fram hóttanir móti stjóranum á Norðlýsinum um myndir verða lagdar út á neti ella í blaðið.

….Nú havi eg lisið tað tit skrivað og hetta eru stór virði sum standa uppá spæl… tað verður keypari og vit sum koma at avgera hvat vit gera…. Kanst tú koma á fund við okkara sakførara beint nú í Havn (stjórin á Norðlýsinum sigur at tað liggur ikki fyri men at stjórin í Thor saman við advokati sínum eru vælkomin til Klaksvíkar til eitt kaffiprát)….. hetta er ikki fryst saman….. tit høvdu eitt yvirskot í ár men innanvirði í felagnum hjá tykkum dekkar ikki stevningina sum vit fara eftir verða myndirnar lagdar út….. eg havi onga viðmerking… men kunngera tit myndirnar so skal tað svíða dygt…..annars hava vit einki ímóti at tit koma umborð høvdu tit biði um loyvi frá okkum…..

Kl. 14:35

Verður greinin um lastina á RAN við einari mynd løgd út á nordlysid.fo

Kl. 14:38

Sendir stjórin í THOR ein teldupost til stjóran á Norðlýsinum:

Hey John William Joensen

Tú mátti heldur skriva um pápa tín tá hann ringdi runt og skuldi skjóta seg sjálvan.

Ella onkra viðkomandi ræðuliga keðiliga søgu um teg sjálvan.

Heldur enn at skriva keðiligar søgur um góðan tosk í lastini á Ran.

Men kanska onkur annar kemur at skriva ræðusøgur um tykkara privata rótaríð.

Vh

Hans Andrias

Kl: 14:41

Sendir stjórin á Norðlýsinum hendan teldupostin til stjóran á Thor:

Takk fyri sakligu viðmerkingina – pápi hevur greitt almenninginum frá søguni – í øðrum miðlum….

Vh

jwj

Kl. 14:46

Sendir stjórin á THOR teldupost til stjóran á Norðlýsinum:

Ikki sakligt tá hann ikki hevur tosa við meg, aðrenn hann er komin umborð.

Hettar er ikki øðrvísi enn um eg komi inn til tin heima og takið nakrar myndir av tykkara heimarótaríðið.

Vh

Hans Andrias

Kl. 15:49

Kemur teldupostur til Norðlýsið frá privatari fyritøku sum hevur handilssamband við THOR, har leiðarin heitir á Norðlýsið um at taka mynd av fiski í lastini hjá RAN av heimasíðuni.

Eisini aðrar áheitanir koma um at taka myndirnar av aftur nordlysid.fo

K. 23:46

Hevur nordlysid.fo samrøðu við stjóran á Heilsufrøðiligu Starvstovuni har hesin váttar at teir hava afturhildi umleið 40 – 50 tons frá RAN sum stendur á kajuni í byngjum og eini 15-20 tons sum eftir er umborð. …. tað sær út til at hesin fiskurin hevur verið ov stórur til maskinurnar umborð …… sigur stjórin.

Kl. 07:10 hósmorgunin 

hevur eingin sakførari ella fúti vent sær til Norðlýsið.

Fleiri myndir av lastini umborð á Ran verða kunngjørdar í blaðnum fríggjadagin.