Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grundketa komin undan kavi

Oliver Joensen

Nú grivið verður úti í Klaksvík fyri nýggja handilsbygninginum hjá Netto, eru menn komnir fráma hesa grundketuna.

Grundketurnar lógu tvørtur um vágna til sluppirnar at binda seg í, tá tær lógu fyri teym. Grundketan varð løgd tvørtur um vágna og síðani varð ein teymur bundin í grundketuna, sum skipini kundu binda seg í.. Somikið langt var ímillum teymarnar, at skipini ikki komu saman, tá tey mólu á vágni við vindinum.
Tað var kommunan, sum legði grundketurnar og teymarnar út og skipini skuldu síðani gjalda fyri teymin ávísa leigu.
Eftirlit var eisini við grundketunum og tað arbeiði tóku smiðjurnar í býnum sær av.