Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grundøkir við Múlaklett veruleiki

Eiðis kommuna

Eiðis kommuna bjóðar nú fólki, at skriva seg upp til grundøki við Múlaklett á Eiði

Eiðis kommuna bjóðar nú fólki, at skriva seg upp til grundøki við Múlaklett á Eiði

Økið talan er um, hevur eitt fantastiskt útsýni, suður gjøgnum Sundalagi, út gjøgnum Mølina, Slættaratind, Gráfelli og annars oman yvir bygd og vøll.

Talan er um eina stóra verkætlan. Bygdaráðið avráddi á bygdaráðsfundi 27.03.2017 at kanna eftirspurningin áðrenn arbeiðið verður sett í gongd.

Tey sum velja at skriva seg upp, skulu rinda eitt depositum áljóðandi kr. 25.000,00, hetta gjaldið fellur síðani inn í endaliga keypi av grundøkinum, tá klárt verður at keypa.

Ætlanin er, at arbeiðið upp á útstykkingina skal byrja í summar og kemur helst at ganga út í 2018.

Samanlagt er talan um eina útstykking á heili 25 grundøkir, tó so, um eftirspurningurin ikki er til staðar, so verður útstykkingin helst býtt upp í byggistig, har áleið 8 grundøkir eru í hvørjum byggistigi.

Tað verður soleiðis at umsøkjarar kunnu seta fram ynski (1.raðfesting 2.raðfesting 3.raðfesting) tá projekteringin er endalig, um so er at fleiri seta fram sama ynski verður trekt lut millum hesi.

Fyribils er freistin at skriva seg upp til grundøki sett at vera 21.apríl.