Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grundstykkjatørvurin skal nøktast í hesi býráðssetuni

John William Joensen

Tað sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Jákup Mikkelsen í viðmerking til Kristian Eli Zachariassen, býráðslim.

Býráðið arbeiðir í løtuni við fleiri útstykkingum, sigur Jákup Mikkelsen. Fyrst er at siga, at ein áheitan um býarplánsbroyting viðvíkjandi økinum á Helnabrekku, sum varð ætlað SCS sentrinum á sinni liggur í innanríkismálaráðnum, har býráðið hevur ynski um at hetta økið verður broytt soleiðis at tað kann nýtast til sethúsabygging.
Mett verður, at pláss er fyri útivið 100 sethúsum afturat norðuri á Helnabrekku. Harafturat verður arbeitt við útstykkingum úti á Norðoyri og eisini á ymiskum óbygdum økjum í býnum.
Vit hava sett okkum sum mál, at nøkta tørvin á grundstykkjum í hesi býráðssetuni og tað verður arbeitt miðvíst fram ímóti hesum, sigur Jákup Mikkelsen í stuttari viðmerking til greinina hjá Kristian Eli Zachariassen býráðslimi í seinasta Norðlýsi.

Harleywoodpaint