Í dag bar útvarpið okkum tey tíðindi, at veiðan av upsa higartil í ár hevur verið met lág. Alt gott um tað. Men fyri at siga eitt sindur meira, so velja tey at venda sær til havstovuna at spyrja um yvirlitstrolingar og tilráðingar. Fiskifrøðingurin svaraði sjálvandi eftir bestu sannføring. Men SVF megnaði als ikki at spyrja viðkomandi spurningar.
Eitt er yvirlitstrolingar, men vita vit í heila tikið nakað um hvar upsin ferðast. Er hetta sami stovnur, sum eisini verður fiskaður í Norðsjónum?
Tá sagt varð at nøgdin sum fiskað er í ár er met lág, hví bleiv als ikki hugt eftir hvussu nógv skip fiska upsa í ár, í mun til árini frammanundan? Heldur ikki bleiv spurt um friðingar av økjum sum á Munkagrunninum og aðrastaðni.
Jú, tað hevur verið fiska minni, men fiskifrøðingarnir á Havstovuni fiska ikki, ella hvussu?
Eg má siga, at eg lurtaði væl eftir skilamanninum Peturi Steingrund, men útvarpið megnaði als ikki at siga mær orsøkina til at færri tons av upsa eru fiskað heigartil í ár undir Føroyum.



