Sat og hugdi eftir sendingini “Vikan og valið”, har trý fólk, umframt vertin, øll sýntust at hava eitt til felags – nevniliga at gera seg klók upp á Nýtt Sjálvstýri.
Nýtt Sjálvstýri er ein rúmligur flokkur, sum fyrst og fremst stendur fyri at taka ábyrgd og ræði á ok-kara egna samfelag. Jú, gaman í! Flokkurin hevur fingið nýggj valevni til komandi løgtingsval, sum fyrr hava verið umboðað í øðrum flokkum, men tað man ikki undra kortini – fyri at endurgeva Tor-bjørn Jacobsen, so hevur Nýtt Sjálvstýri helst tí bestu stevnuskránna – so góð, at hon helst hevði havt eitt høgt søluvirði.
Zacharis Wang, sum av mongum verður mettur at verða størsti tjóðskaparmaður í Føroyum, tekur undir við stevnuskránni hjá Nýtt Sjálvstýri – nemliga, at føroyingar skulu ráða í egnum landi.
Bjørn á Heygum, sum fyri 17 árum síðani sat á tingið fyri Sambandsflokkin, tekur somuleiðis undir við stevnuskránni hjá Nýtt Sjálvstýri. Eisini hann ynskir, at Føroyar miðja ímóti størri sjálvræði og sjálvbjargni, so hvørt sum ráðini eru fyri tí. Hvør vil ikki tað?
At persónar skifta flokk er einki nýtt
Sjúrður Skáale var tjóðveldismaður, men er nú blivin sambandskur javnaðarmaður.
Fyrrverandi tingmaður Framsøkn, Janus Rein, ið brúkti nógva orku at mótmæla eirindaleysa skat-tapolitikkinum hjá Fólkaflokkinum, er nú partur av sama flokki.
Gerhard Lognberg, ið vit øll hildu vera javnaðarmann og sosialist, er í dag liberalist og høgraven-dur sambandsmaður.
Og hvussu var við Paula Petersen, borgarstjóra í Vestmanna? Hann stillaði upp fyri Fólkaflokkin, men er í dag tjóðveldismaður.
Sámal Petur í Grund er fyrrverandi sjálvstýrismaður, men stillar í dag upp fyri Framsøkn.
Poul Michelsen var fólkafloksmaður í eitt mannaminni. Í dag hevur hann stovnað sín egna flokk, og sær ikki út til at taka undir við serliga nógvum av tí, sum Fólkaflokkurin og fyrrverandi floksfelagar hansara standa fyri.
Miðflokkurin hevur eisini síni dømi, har Karsten Hansen sum fyrr umboðaði Tjóðveldi, nú er Miðflokkamaður. Harumframt hevur Vinjard Johansen, sum umboðaði Miðflokkin á seinasta vali, skift til Sambandsflokkin.
Og ikki at gloyma Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn, sum fór úr Sambandsflokkinum í Ja-vnaðarflokkin dagin eftir, at hann var valdur í býráðið.
Mín spurningur er, hví kom einki av hesum fram í sendingini? Kann tað hugsast, at umrøðan alt annað líka hevði verið eitt sindur øðrvísi, um Kringvarpið hevði valt at víðka um panelið við umb-oðum úr øðrum flokkum?
Demokratiið skulu vit vara um. Hvør stillar upp fyri hvønn, og hvønn veljarin velur, fáa vit at síggja valdagin. Eitt av grundarlagnum undir demokratiinum er, at ein almennur stovnur sum Kringvarpið, skal tryggja fjøldini eina objektiva lýsing av viðgjørdum málum, soleiðis at veljarin hevur eina góða og greiða heildarmynd, ið hann kann taka støðu út frá á valdegnum.
Tíverri var hetta ikki tilfeldið í hesari sendingini.
Jógvan Skorheim
Formaður Nýtt Sjálvstýri




