Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grunnur Mentanartiltøk 2017

Klaksvíkar Kommuna

Hevur tú eitt áhugavert hugskot um tiltak at fremja innan mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu í ár, so er GRUNNUR MENTANARTILTØK nú aftur á skrá, og til ber at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk.

Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi mánadagin 6. mars 2017 á middegi; og verða tær viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini 14. mars.

Lýsing við oyðiblaði er at finna á heimasíðu kommununnar, har tilskilaðar eru treytir og tíðarfreistir, um nær og hvussu søkjast kann.

Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

Fæið er kr. 200.000,-.

Meira kunning er at síggja í lýsingini, sum saman við oyðiblaðið fæst niðanfyri.

OYÐIBLAÐ