Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Grunnurin “Grinkil – FD 563”

Nevndin

Hølini hjá Bátafelagnum Niðri á Støð á Glyvrum vóru á tremur við fólki hetta kvøldið – 4. november 2019 – tá boðað var til fundar, um at seta eina varðveitingarætlan á lunn fyri eitt av eldru træskipunum í Føroyum.

Tað er motorbáturin “Grinkil – FD 563”, ið skal varðveitast. Skjalfast er, at Lias í Rættará smíðaði bátin í 1920, harvið verður hann hundrað ár í árinum sum kemur. Báturin hevur skift hendur fleiri ferðir hesi næstan hundrað árini, og seinasti eigarin var Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum.

Stórur áhugi var fyri átakinum frammanundan fundinum og fyritøkurnar og einstaklingarnir, sum stovnaðu grunnin hetta kvøldið, vóru:

  • Spf. Kreton
  • Spf. EM-Asfalt
  • Spf. Marine Service
  • Spf. Univice
  • Spf. Mittún
  • Pf. Berglon
  • Pf. Borg
  • Tórbjørn Jacobsen
  • Spf. Elcon
  • Spf. Runavíkar Frostgoymsla
  • Pf. Mekanik
  • Pf. Mest
  • Pf. Frakt & Sand
  • M/b Kongasteinur
  • Pf. Faroe Origin
  • Ludvík við Stein
  • Ady Knudsen
  • Pf. Faroe Ship
  • Pf. Blikksmiðjan

 

Stovnsfæið er kr. 570.000,-

Endamál grunsins er sum sagt at varðveita og at taka sær av motorbátinum “Grinkil – FD 563”. Ítøkiliga snýr hetta seg um at røkja, reka, útleiga o.a. og at tryggja, at báturin verður verandi partur av maritimu søgu okkara. “Grinkil” hevur fingið fast legupláss í bátahylinum á Glyvrum beint útfyri har, sum Bátafelagið heldur til í gerandisdegnum. Arbeiðið við at dagføra bátin er longu farið í gongd, áhugin er stórur, og um jólini var hann brúktur sum jólaskip hjá Kunningarstovuni í Runavík.

Stovnandi fundur grunsins samtykti uppskotnu viðtøkurnar á fundinum hin 4. november og samsvarandi teimum varð ein 5-manna nevnd vald.

Hon skipaði seg á fundinum soleiðis:

 

  • Rodmundur Nielsen, Glyvrum, formaður.
  • Janus Knudsen, Saltangará, næstformaður og peningarøkil.
  • Tórbjørn Jacobsen, Glyvrum, ritari.
  • Atli Poulsen, Saltangará, nevndarlimur.
  • Dávur Høgnason, Søldarfirði, nevndarlimur.

 

Bjørn á Heygum, advokatur, hevur tikið sær av skráseting o.ø. og 18. desember fekk nevndin fráboðan í skipsskeyti og í tjóðskaparbrævi – latið fiskiskipi skrásett í Føroyum – um, at “Grinkil” nú var í ogn hjá Grunninum “Grinkil – FD 563” á Glyvrum.

Nevndin hevur á fleiri fundum lagt ætlanir fyri framtíðina, og meiri verður at frætta frá varðveitingarmálinum sum frálíður.