Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guardiola vil hava Suarez

Jákup Ósá

Manchester City ætlar sær at keypa fleiri av heimsins bestu leikarum komandi summar.

Manchester City ætlar sær at keypa fleiri av heimsins bestu leikarum og nú skrivar enska blaðið The Mirror, at Barcelona álopsleikarin Luis Suarez stendur ovast á ynskislistanum hjá komandi Manchester City venjaranum Pep Guardiola.

Tað er The Mirror sum leygarkvøldið skrivaði, at Manchester City nú fer í gongd við at royna at fáa fatur á Luis Suarez, sum frammanundan kennir Premier League, og tað er hetta, ið hevur sannført Guardiola um, at hann er rætta keypið. Tað sum eisini er áhugavert er, at beiggi Pep Guardiola er leikaraumboðsmaður hjá Suarez, og tí kann tað kanska gera skiftið nakað lættari. Sambært The Mirror eru ábendingar komnar til Manchester City um, at hendan avtalan kann koma uppá pláss, hóast tað enn er langt eftir á mál.

Suarez, sum fyllir 30 ár næsta ár, verður mettur at koma at kosta umleið 40 milliónir pund sambært blaðnum. Eisini Paul Pogba hjá Juventus stendur á ynskislistanum hjá Manchester City, men The Mirror sigur seg vita, at tað er Suarez, sum stendur ovast eftir ynski frá Guardiola.