Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gud er altíð nærverandi í lívið okkara og hansara nærverða er ein støðug kelda til vón

John William Joensen

segði Barack Obama, á landsfundinum hjá Demokratiska flokkinum tá hann varð útnevndur at verða forsetavalevni flokksins.

Hóast evropeiskir sosialistar – og tey sum skrivað oddagreinar í Sosialinum – stórfagnað forsetaskifti í USA – so kann ein ivast í um hesi hava gjørt sær tann ómak at lesa stevnuskránna hjá Barack Obama – sum seinri í dag verður tikin í eið sum amerikanskur forseti.


(Stevnuskráin kann lesast við at trýsta her!)

Eg skal ikki brúka nógva tíð uppá at rætta skeivleikarnar í oddagreinini hjá Sosialinum mándagin og einsíðu hálovan av Bill Clinton (sambart sosialinum hevði USA onga uttanlandskuld hetta tíðarskeiði??) – men tað sum fekk meg at skrivað var tann misskiljing, sum tykist at valda nógvastaðni – baði millum vinstra og høgravend at Barac Obama er ein nýggjur Oluf Palme.

Politikkurin hjá Obama er rótfestur í einum virðisgrundarlagið, sum ikki brýtir nógv frá undanfarnum forsetum – íroknað George W. Bush.

HOPE and CHANGE – eru slagorðini hjá nýggja forsetanum og tá hann bleiv útnevndur til forsetavalevni á landsfundinum hjá demokratinum segði hann m.a. at kristna trúgvin er grundarlagið undir vónini (Hope)!

Nøkur sitat frá Barack Obama: “Trúgvin er vón tá neyðin er størst – vón tá vit eru ótrygg – trúgvin er sjálvt grundarlagið undir vónini. Hetta er størsta gávan vit hava fingið frá Gudi, sum er kletturin undir tjóð okkara – trúgvin á tað sum eingin hevur sæð – trúgvin uppá eina bjarta framtíð.

Um vit veruliga ynskja at tosað um vón í dagliga lívinum hjá monnum og kvinnum, at tosað um virðir sum hava týdning fyri øll – so kunnu vit ikki sleppa trúnni. Tí um vit sleppa kjakinum um týdning av at verða ein góður kristin, muslimur ella jødi – og ístaðin tosað um relgión á ein negativan hátt – ístaðin fyri hvussu vit eiga at verða hvør móti øðrum – so verður orðaskifti um trúarspurningar misbrúkt til flokkastríð.

Eins og Josva bygdi verk sítt á tað sum Móses hevði avrikað, so eru leiðarar í dag “Josva-aldursbólkurin” noyddur at byggja á tað sum undan farin ættarlið hava latið eftir seg. Tað sum okkara forfedrar løgdu størsta dentin á var at minna okkum á – at tað sum vit gera – gerða vit – tí Gud er við okkum.

Tá Mósses varð kallaður til at leiga fólk sítt út úr Egyptalandi – segði Harrin : Eg skal verða við tær.

Tveit stavin frá tær – Tak hann uppaftur – eg skal vísa tær hvat tú skalt gerða.

Hetta sama hendi eisini við samtíðini hjá Josva. Josva segði – eg óttist! Eg veit ikki um eg megnið avbjóðingarnar. Harrin segði við hann, – hvar enn tú setur fót tín – tað landið skal eg geva tær. Verð sterkur og vís dirvið tí eg eri við tær hvar enn tú fert.

(Les hvat nýggi forsetin í USA, Barack Obama, heldur um trúarspurningar við at trýsta her!)

Tað er alt ov lætt at niðurgerða kristna virðisgrundarlagið, sum vit hava arva frá fedrum okkara.

Í mínum lívið hevur vónin um ævigt lív verið ein kelda til frið og frælsið – og eins og hjá nýggja amerikanska forsetanum er kristintrúgvin grundarlagið undir trúnni uppá eina bjarta framtíð.

Hetta merkir ikki at eg eri samdur við øllum tí sum kristnir leiðarar gerða og siga, men tá framstandandi og alvitandi frøðingar í stóru fjølmiðlum hava gjørt trúnna á kristus til eina forðan fyri samfelagsligar framgongd – er kjakið farið av sporinum.

At oddagreinin í Sosialinum mánadagin 19. januar sær nýggja forsetan í USA sum eina uppgerð við "virðisgrundaðan politikk" so endurspeglar tað heldur hvussu lítið greinaskrivarin veit um nýggja forsetan og eisini einari misskilta fatan av hvat virðisgrundaður politikkur er.

Fyri kristin í demokratiska orðaskiftinum hevur ábyrgdin og avbjóðingin ongantíð verið størri – tí vit liva ikki longur í einum samfelag sum burturav hevur sama virðisgrundarlag sum tey sum kenna kristnu virðini.

Vit eiga ikki at skammast við at byggja politikk okkara á klettin sum er kristus – men tað merkir ikki at vit hava rætt til at útihýsa nøkrum í samfelagið okkara og vit eiga at óttast flokkadrátt.

Tað er alt ov lætt – sum oddagreinskrivarin í sosialinum – at grava seg niður í skotgravir og lata sum um onnur hava skuldina av øllum tí "ónda" ella ringa sum hendir.

Kristus ynskti at bjarga øllum heiminum og júst tí birti hann vón í hjørtum manna – men hetta var eisini grundin til at hann bleiv krossfestur.

John William Joensen
formaður – Norðoya Sambandsfelag