Fyrrapartin í dag var hátíðarløta í býráðshøllini, tá Guðlagur Johansen (Gulli) fekk sveinabræv. Gulli hevur staðið í læru í Smiðjuni hjá Klaksvíkar kommunu og kann tí í dag kalla seg maskinsmið.
Til móttøkuna fyrrapartin segði Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri, nøkur orð og ynskti Gulla tillukku. Síðani handaði Jan Askham, leiðari í Smiðjuni, honum sveinabrævið og eina gávu frá Klaksvíkar kommunu.
Vit ynskja Gulla hjartaliga tillukku við próvnum.






