Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guðmundur Joensen í Ironman kapping í Lisabon

Tíðindaskriv

Guðmundur Joensen luttók leygardagin 4 mai í stórari ½ Ironman kapping í Lisabon. So væl gekk at hann kom á mál við tíðini 4 tímar 2 minuttir og 46 sek, og við hesi tíð gjørdist nr. 5 í kappingini.

Guðmundur Joensen luttók leygardagin 4 mai í stórari ½ Ironman kapping í Lisabon. So væl gekk at hann kom á mál við tíðini 4 tímar 2 minuttir og 46 sek, og við hesi tíð gjørdist nr. 5 í kappingini.

½ Ironman er 1,9 km svimjing á sjónum – 90 km súkkling og 21,1 km renning.

Guðmundur kom saman við trimum øðrum fyrstur úr sjónum og legði seg á eitt triðja pláss í súkklingini, til eitt tekniskt brek hendi við súkkluni, hetta gjørdi at hann mátti steðga og fáa súkkluna í ordan aftur. Men hann kom skjótt aftur í oddin og fór sum nr. 5 út á renniteinin, og hóast nógva hitan, 25-30 hitastig, rann hann trygt á mál og gjørdist nr. 5 í kappingini

Sigast má at hetta er eitt sera gott úrslit, og kappingarfelti var eitt sterkt felt.

Ein góð byrjan í ár og gott avsett til framtíðar avbjóðingar.

Meir um kappingina her: http://www.lisboatriathlon.com/index.php/athletes/results

Harleyfacadeacryl