“Vissi eg skal bestemma, so verður tað leingi afturat”. Tað segði Gudny Langgaard við útvarpsrásina R7, næstseinasta mikudag, tá hon varð spurd, hvussu leingi roknast kundi við, at hon fór at verða stjóri á Vodafone.
Nú smáar tvær vikur seinni boðar Vodafone frá, at Gudny Langgaard hevur sagt seg úr starvi. Hetta kann merkja, at hon ikki sjálvboðin hevur lagt frá sær, men tað kann eisini merkja, at hon hevur havt eina ætlan um at leggja frá sær, men at ætlanin ikki skuldi almannakunngerast.
Bárður Nielsen, fíggjarstjóri, er fyribils settur sum stjóri á Vodafone.
Hoyr her brot úr samrøðuni sum R7 hevði við Gudny Langgaard.




