Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guðrið Hansdóttir við nýggjari fløgu í dag

Danial Viðoy

Tíðindaskriv: Í dag lat Guðrið Hansdóttir sína 5. soloútgávu út. Heitið á fløguni er “Painted Fire”og tað er Tutl, sum gevur fløguna út í Føroyum og Beste!Unterhaltung, sum gevur fløguna út í Týsklandi.

Løgini eru bæði á føroyskum og enskum og talan er um lættan popp, við íblástri frá fólkatónleiki.

Upptøkurnar eru gjørdar frá maj 2015 til januar 2016 í Studio Bunkaranum og tað er Benjamin Petersen, sum tók upp og Mikael Blak framleiddi. Gestatónleikarar á fløguni eru kvinnukvintettin Kata, Hans Marius Ziska og íslenski Sámuel Jón Sámuelson.

Løgini “Nothing About You” og “Pegasus” hava longu verið nógv at hoyrt í føroyskum og týskum útvarpi. Men nú verður eisini møguleiki, at hoyri hesi løg og restina av fløguni framførda í Norðurlandahúsinum 17. september á stórari útgavukonsert. Eftir hetta leggur Guðrið leiðina á tónleikaferð til Týsklands og Sveis, har í 10 konsertir eru á skránni.

Fløgan fæst kring alt landið og er eisini tøk á Itunes og Spotify.