Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guðrið Hansdóttir

(Høgni Klakkstein)

Konsert við Guðrið Hansdóttir í Atlantis nú leygarkvøldið 21. nov. kl. 21:00

Vælumtókta Guðrið Hansdóttir telist millum mest virdu tónleikanøvnini innan sonevnda singer/songwriter stílin í føroyska tónleikaumhvørvinum. Higartil eru komnar tvær fløgur frá hennara hond, og báðar hava tær ljómað dúgliga í loftmiðlum um alt Føroya land. Útgávan Love Is Dead frá 2007 vísti at føroyskt sorgblídni við melodiskum altjóða framburði eisini hevur sítt pláss í lokala umhvørvinum og tvey ár seinni var ein uppfylgjari longu tøkur. The Sky Is Opening gjørdist eftir stuttari tíð ein av mest seldu føroysku fløguútgávunum í 2009. Hetta er heldur ikki uttan orsøk; sangirnir á fløguni eru væl skrivaðir, rávøran er á høgum støði og afturat hesum er útgávan ljóðblandað í legendarisku hølunum í Hansa Studios í Berlin. Guðrið hevur við egnum sangtilfari vunnið sær viðurkenning frá eitt nú danska tíðarritinum Gaffa og afturat føroyingum hava eisini íslendingar, danir, norðmenn og týskarar havt vitjan av evnaríku songkvinnuni. 

Leygarkvøldið 21.november fer Guðrið Hansdóttir saman við bólki sínum á pall í mentanarhúsinum Atlantis. Konsertin byrjar kl. 21.00 og atgongumerkir kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Atlantis – atlantis.fo