Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gudrun aftur av havtaskuveiðu

Oliver Joensen

 Í dag avreiddi Gudrun 3000 pund av havtasku til NFCS virkið í Klaksvík. Gudrun kom aftur leygardagin og teir eru væl nøgdir við fiskiskapin.

Veðurmenninir siga ikki frá allar besta veðri, í løtuni sigur aldumátarin norðanfyri at aldan er einar 11 metrar høg. Men menn vænta betur veður seinni. Gudrun hevur ætlanir um at fara aftur til fiskiskap í kvøld.

Eisini størru útróðrarbátarnir fara helst út aftur í kvøld, í hvussu so er onkur. Teir vænta hampuligt veður til fyrrapartin fríggjadagin.