Eftir at hava drigið gørnini tvær ferðir, avreiðir Gudrun í dag um 9.000 pund av havtasku til NFCS. Kristin Vilhelmsen, skipari á Gudrun sigur, at fiskiskapurin hevur verið betur enn fleiri tey seinastu árini. Vit eru sera væl nøgdir við fiskiskapin. Sjálvt um vit ikki hava fingið so nógv sum vit fingu tá fiskiskapurin var upp á tað besta, so er fiskiskapurin hjá okkum eftir havtasku munin betur enn hann hevur verið fleiri tey seinastu árini.
Spurdur um hjáveiðu, sigur Kristin Vilhelmsen, at tað er millum lítið og einki, sum kemur í gørnini av øðrum fiskasløgum. Tú sært sjálvur, hesin lítli hvíti kassin her, tað er alt sum vit hava fingið hesar báðar túrarnar og peikar á ein hvítan lítlan kassa við nøkrum fáum longum og brosmum.
Eg havi kensluna av, at tá stóra havtaskan er á einum øki, so flýggjar alt hitt. Í hvussu so er vísir tað seg, at tá vit fáa stóra havtasku í gørnini, so síggjast tær smáu havtaskurnar ikki og hjáveiðan av øðrum fiskasløgum doyr næstan heilt burtur.
Vit skulu ikki klaga um veiðuna í ár,sigur ein vælnøgdur Kristin Vilhelmsen, tá vit fingu orð á hann ímeðan Gudrun landaði.




