Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Guds vegir ikki altíð okkara.

John William Joensen

John Bunyan  (1628- 1688) livdi í einari tíð har bert prestarni høvdu loyvi at prædika.

Men tað var ógjørligt fyri Bunyon ikki at kunna vitna um frelsara sín og bleiv tí settur í fangahús. Ì heili tólv ár sat hann innsisperraður, hann longdist eftir at kunna prædika og túsindar av menniskjum longdust eftir at hoyra  hann talað.

Mong spurgdu hvat Gud kundi meina við hesi fongsul tíðini. Tað var alt annað enn lætt at skjilja, men møguliga gera vit tað nú. Ì meðan hann sat í fangslunum, skrivaði hann bókina , Pílagrímsferðin, bókin sum hevur og framdeilis er til signingar fyri nærmast óteljandi menniskir, hon sigst vera mest lisna bók næst Bíblini.

Við Pílagrímsferðini hevur J. Bunyan prædika fyri ættarlið eftir ættarliði og er ivaleyst vorðin til størri signing enn um hann hevði hevði haft fríðheit at prædika fyri samtíð síni.
 
Jóhannes M. Olsen