Nógv børn og vaksin (næstan bara kvinnur) vóru komin saman í Christianskirkjuni í morgun, har gudstænasta var fyri børnum sum ganga í barnagørðunum.
Eftir at orglið hevði spælt “Føgur er foldin” og inngangsbønin var lisin, bjóðaði Marjun Lómaklett, prestur, vælkomin.
Gudstænastan var tillagað til unga aldursbólkin, og millum annað var lusiagongd á skránni. 13 børn í hvítum klæðum við reyðum belti og glitrandi hárbandi gingu við ljósum inn eftir kirkjugólvinum, meðan tey murraðu lagið Sankta Lucia. Tá tey vóru komin inn ígjøgnum sungu tey eitt ørindi og fóru so murrandi út aftur eftir kirkjugólvinum.
Her eru nakrar myndir frá gudstænastuni.




