Sum siðvenja er, verður gudstænasta í Christianskirkjuni í kvøld 6. januar kl. 20.00.
Trettandi verður, sum kunnugt, hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin.
Tað verður Hanus á Gørðum, prestur, ið prædikar. Bólkurin “Grønt gras“ kemur at syngja. Talvan gongur fyri útimissión.
Eftir gudstænastuna verður boðið til kaffi í kirkjukjallaranum, har Elisabeth Poulsen greiðir frá um arbeiðið hjá “Tæn Afrika.”



