Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guðstænastur Eystan Múlan – vika 37

Palli Skorheim

Sunnudagin 17. september
Kl. 12.00:  Guðstænasta í Hvannasunds kirkju v/Jóannes Purkhús.
Kl. 17.00:  Guðstænasta og fyrilestur í Viðareiðis kirkju v/Jóannes Purkhús.

Mikkjal á Ryggi er eitt serføroyskt sálmaskald, ið yrkir um heimlig og vælkend viðurskifti. Talan er um eitt millumting millum eina guðstænastu og ein fyrilestur. Vit fara at syngja nakrar sálmar eftir Mikkjal, umframt at hugleitt verður um Mikkjal og um nakrar av sálmum hansara.