KÍ boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við ungan lokalan leikara.
17 ára gamli Gulak Jacobsen hevur síðstu tíðina vant við besta lið um hjá KÍ og nú hevur hann fingið sáttmála frá felagnum, ið er galdandi fyri kappingarárið 2020.
Gulak, hevur spælt á álopskendu plássunum í ungdómsdeildunum, er uppvaksin í KÍ, men var í SønderjyskE í eitt ár frá á sumri 2018 til á sumri 2019. Hann er skrásettur fyri 14 U17-landsdystir árini 2017 og 2018.


