Um hálvan mars var tann árliga framsýningin hjá Klaksvíkar Fimleikafelag, sum vant fyri fullsettari høll.
Eftir framsýningina fóru rútmu- og lopliðini í summarfrí.
Tey sum vit kalla fyri kappingarlið í amboðsfimleiki, dreingir og gentir í aldrinum 7 – 16 ár, venja við fullari kraft til kappingar. Tey eru til 4 kappingar fyri veturin.
Mehdi Karimi hevur verið venjari hjá Klaksvíkar Fimleikafelag í 5 ár og sigast má at tað hevur gingið stútt og støðugt framá.
Vit hava fingið fleiri heiðursmerkir til hvørja kapping, gull, silvur og bronsu.
Okkara fimleikarar eru útnevndir sum ársins stjørnuskot seinastu 2 árini, nei vit smæðast ikki burtur.
Felagið hevur skriva undir nýggjan sáttmála við Mehdi Karimi fyri 2017/2018 og gleða vit okkum sera nógv.
Seinasta vikuskiftið var FM í Fimi í Tórshavn, har tað gekk sera gott hjá okkara fimleikarum, vit fingu gull, silvur og bronsu.
Silas Gaard bleiv eisini úttikin til at luttaka fyri Føroyar í NM í Oslo seinni í mánaðanum.
Í nevndini hjá Klaksvíkar Fimleikafelag sita:
Kjartan, formaður, Berit, næstformaður, Ingrid, skrivari, Omi og Sóley, nevndarlimir.




