Síðsta umfar í liðkappingini í dart var spælt fríggjakvøldið/leygardagin.
Havnar Dartfelag 1 hevði undan síðsta umfari longu tryggjað sær FM-heitið, meðan spenningur framvegis var um hini heiðursmerkjaplássini.
Klaksvíkar Dartfelag vann báðar sínar dystir í síðsta umfari og fekk silvur, meðan Vága Dartfelag, ið eisini vann báðar sínar dystir, fekk bronsu.
Úrslitini í síðsta umfari vóru hesi:
HDF 1 – D16 9-0
KDF – D16 9-5
KDF – HDF 1 9-4
VDF – HDF 2 9-6
VDF – Pílar & skot 9-3
HDF 2 – Pílar & skot 9-8
Team Sandoy – HDF 3 9-0 (uttan dyst)
ADF – HDF 3 9-0 (uttan dyst)
ADF – Team Sandoy 9-4




