Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gullak Gullaksen keypt Sjóborg

Oliver Joensen

Osmundur Justinussen og fl. sum áttu Sjóborg hava nú selt skipið til skiparan Gullak Gullaksen úr Klaksvík.

Gullak fór fyrsta túrin sum skipari og reiðari á Sjóborg. Skipari hevur hann verið á skipinum seinastu 10 árini, men hann keypti ikki skipið fyrr enn í síðstu viku.
Úr I-kassanum norðanfyri Mykines, sigur Gullak Gullaksen í kvøld við Norðlýsið. Frammanundan havi eg átt fýra skip sjálvur og allir hava itið Raðhamar so tað navnið fær hesin eisini umframt KG 278 á bógvin.
Eg ætlaði mær ongantíð at keypa skip aftur, tí eg eri ikki heilt ungur longur. Men eg havi trivist ótrúliga væl umborð á hesum skipinum og tá tað nú stóð mær í boðið at keypa, slerdi eg til. Eisini kann eg siga, at eg havi nógv rakst og gott fólk rundan um meg, so báturin kann væl koyra um eg ikki eri við, so eg helt tað vera rætt at keypa.
Uppá fyrispurning okkara um hvussu tað hevur gingist við fiskaríðnum, segði Gullak Gullaksen, skipari á Sjóborg, at árið í fjør var bara gott, vit fiskaðu fyri umleið 13 milliónir, men várið í ár hevur verið vánaligt, eisini orsakað av ólagaligum veðri, men eg ivist onga løtu í, at vit fara at fáa hetta at bera til.
I-kassin norðanfyri Mykines lat upp á miðnátt leygarkvøldið og tá kastaðu teir fyri fyrstu ferð á hesum túrinum, veðrið var sjaskut í gjár, men ídag er veðrið betri. Fiskiskapurin er nøkunlunda, sigur Gullak Gullaksen at enda.

Harleyfacadeacryl