TB legendan væntar, at meistaraheitið endar á Anfield í ár.
TB legendan væntar, at meistaraheitið endar á Anfield í ár.
Síðstur í røðini at tippa um komandi kappingarár í Premier League er Eyðun ”Gullok” Svalbard. Hann var fyrr millum bestu leikarar í Føroyum og var fyrr í ár venjari hjá Royn í 2. deild. Gullok heldur við Liverpool, sum hann eisini væntar nógv av í ár. Gullok svaraði spurningunum áðrenn 1. umfar.
1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?
Liverpool
2. Greið frá í stuttum, hví so verður?
Eg føldi, at LFC fór at vinna komandi kapping, longu áðrenn nakar leikari bleiv keyptir inn. Kann eisini nevna, at fyri tveimum árum síðani føldi eg, at vit komu at kempa um meistaraheitið til tað síðsta og tá bleiv tað avgjørt á síðsta leikdegi.
3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?
1. Liverpool 2. Arsenal 3. Manchester City 4. Chelsea (5. Man Utd)
4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?
Ein Liverpool leikari verður millum tríggjar teir bestu. Spurningurin er, um tað verður Christian Benteke ella Daniel Sturridge.
5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?
Einki beinleiðis. Benteke kann blíva, um hann fær góðar bóltar inn í brotssteigin og stikningar. Men Liverpool hevur leikarar, sum kunnu spæla ymiskar leikskipanir og hava góðan sparkiteknikk, so alt kann lata seg gera.
6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Liverpool, Arsenal og Manchester City koma at standa fyri flottum álopsspæli. Veit ov lítið til at tosa um yvirraskilsi. Norwich kann møguliga yvirraska at byrja við og spennandi verður at fylgja uppflytarunum.
7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Eg vænti at Stoke og Swansea koma at standa seg minni gott. So er spurningurin, hvat Newcaste kann gera?




