Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunn og jólabørnini

John William Joensen

Gunn Reginsdóttir Joensen samskipar jólabýin, sum letur upp í miðbýnum í Havn leygardagin.

Gunn hevur gingið á dansilinjuni á Oure eftirskúla í Danmark, skúlaárið 2002-2003. Eftir lokið studentspógv arbeiddi hon hálvt ár við dansi í Yndi og kom so í Margarinfabrikkina at arbeiða sum hjálparfólk fyri tveimum árum síðani.

– Hesi árini havi eg hvørja viku undirvíst í dansi. Her er gott at verða, tí her fært tú stuttligar uppgávur sum hesa, sigur Gunn, sum hevur verið við í tiltøkunum Lort í býin og Asfalt.

– Tað er spennandi og krevjandi at samskipa jól í miðbýnum, tí her eru nógvir leysir endar at knýta saman, sigur Gunn, sum nú skal finna røttu fólkini at tosa við.

– Tað tekur nakað av tíð, men vit lata jólabýin upp longu leygardagin 29. november, samstundis sum jólatræðið verður tendrað á Vaglinum, sigur Gunn.

– Nú fái eg brúkt tey, sum eg havi samstarvað við á Margarinfabrikkini, bæði dansarar og fimleikarar. Tey eru kreativ og eiga at fáa eitt høvi at vísa teirra dugnaskap, sigur Gunn og leggur afturat at hon vil hava tey ungu fólkini fram, tí tey eru so fantastisk.

Í jólabýnum í miðbýnum verður dansur, kórsangur og Gunn vónar eisini at fáa sett saman eitt fimleikalið, sum kann sýna fram eitt vetrarævintýr.

– Vit leita eftir einum hestavogni, sum skal hava eina fasta rutu í býnum, dagarnar fyri jól, tað er frá 18. desember og fram. Ein teknikapping fyri børn verður eisini. Annars er tiltakið opið fyri øllum, sum eru í jólahýri. Dugur tú at sjonglera, ella standa á hondum ella okkurt heilt annað, sum er stuttligt, so eigur tú at melda teg til jól í miðbýnum longu nú, sigur Gunn.

Oyðiblað er á forsíðuni á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo