Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnar á Steig aftur til KÍ

John William Joensen

KÍ fær 50.000 krónur fyri Kristoffur Jakobsen, og formaðurin í sp/f KÍ heldur tað hava týdning fyri Kristoffur at sleppa royna seg aðrastaðni og vónar eisini at síggja hann aftur í KÍ-blusuni einaferð í framtíðini.

– Eg ynski Kristoffur og Erland góða eydnu. Vit hava havt eitt sera gott samstarv og vantandi fara vit eisini at samstarva í framtíðini, sigur Fríðin Ziskason.

– Tað verða okkara egnu leikarar sum fyrst og fremst fara at standa fyri fremsta liðnum komandi ár.

– Vit hava lagt eina fíggjarætlan fyri komandi ár og arbeiða í løtuni við at fáa sponsoravtalur uppá pláss. Hetta arbeiði hevur stóran týdning og hóast vit hava megnað at goldið stóran part av skuldini hjá felagnum í ár, so koma vit ikki uppá turt fyrr enn komandi ár.

– Eg ivist ongan løtu í at vit eiga nóg mikið av ungum og góðum monnum sum megna at lyfta ítróttarliga partin komandi ár men tað er umráðandi at KÍ verður klárt at taka fíggjarliga kappingina uppá seg – tá vit eftir ætlan verða aftur í fremstu deildini í 2011.

Frágongd
Tað er longu greitt at Todi Jónsson og Atli Danielsen ikki verða við komandi ár og eisini er ógreitt um Jan Andrasen heldur fram komandi ár. Í vikuni gjørdu Kristoffur Jakobsen og Erland B. Danielsen avtalu við EB/STR og NSÍ, men hinvegin er longu greitt at Gunnar á Steig verður aftur í KÌ til komandi kappingarár.

– Eg trúgvi at tað er gott fyri Kristoffur at sleppa at royna seg aðrastaðni og fyri KÌ merkir tað at vit fáa 50.000 krónur í kassan. Tað er nevniliga soleiðis at til ein leikari er 21 ár er hann umfataður av sokallaðum lærlinga-reglum og sambært hesum reglum fáa vit eisini 5.000 fyri Erland. Vit hava verið sera glað fyri Kristoffur og Erland, og sjálvur vanti at síggja Kristoffur aftur í KÌ blusuni einaferð í framtíðini.

– Vit arbeiða í løtuni við at fáa eina avtalu við Hjalgrím Elttør og vónandi kemur hon uppá pláss um ikki so langa tíð.

Sambært formanninum í sp/f Kí er tað sera trupult at fáa sponsoravtalur, tí vinnulívið í norðoyggjum hevur tað ikki serliga gott í løtuni.