Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnar er heilin aftan fyri tiltakið

John William Joensen

Marknaðarleiðarin hjá Norðoya Sparikassa, Gunnar Nolsøe, hevur síðan ábyrdarfundirnir startaðu, verið høvuðs samskipari aftan fyri tiltakið.

Hann hevur megnað at gjørt tiltakið áhugavert hvørja einastu ferð, og er ábyrgdarfundirnir hjá Norðoya Sparikassa fyrimynd fyri onnur tiltøk.
Dagarnir hjá Gunnari hava veri sera langir undan ábyrdarfundinum, og nú vit hittu hann bert tímar áðrenn tiltakið fer av bakkastokkið, tyktist hann hava kontroll á støðuni.
Vit royndu at fritta hann um skránna, men hann hann var ikki til at stinga í, tí skráin bleiv ikki almannakunngjørd fyrr enn fundurin byrjaði.
"Okkurt yvirraskilsið skullu ábyrdarnir eiga til góðar tá fundurin byrjar!" segði hann í stuttari viðmerking.