Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum: Landsstýrismaðurin vanvirðir starvsfólkini

John William Joensen

sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, sum í løtuni situr á Hotel Føroyum í sáttmálasamráðingum

 







Formaðurin í Starvsmannafelagnum er bundin á Hotel Føroyum í løtuni har samráðingar framvegis eru millum Starvsmannafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðagevarafelagið og SEV hinumegin.



– Eg havi gjøgnum fjølmiðlarnar kunna fylgt málinum nú landsstýrismaðurin í Innlendismálum hevur avgjørt at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar.



– Tað at man politiskt ger av at flyta ein stovn er ikki nakað, sum vit í Starvsmannafelagnum blandað okkum upp í, men minstakravið er at starvsfólkini fáa eina sámuliga viðferð.



– Tað at starvsfólkini á Strandferðsluni frætta gjøgnum fjølmiðlarnar, at stovnurin skal flytast til Suðuroy, er undir alt lágmark.



– Tíanverri er hetta bara enn eitt skúladømið uppá, hvussu lítið politikarar viðra starvsfólk í umsitingini.



– Vit hava boðað landsstýrismanninum og løgmanni frá, at vit nú fara inn í málið, og sjálvandi fara vit at tala sakina hjá hesum 20 starvsfólkunum, sum bráddliga eru sett í eina vanlukkuliga støðu, av landsstýrismanninum í Innlendismálum.





Standa spyrjandi

Formaðurin í Starvsmannafelagnum skilir als ikki framferðar háttin hjá landsstýrismanninum.



– Eg skiljið ikki hví man ikki fer ordilga til verka og fer út og boðar frá at ein fyrireikar eina flyting.



– Ístaðin verður Strandferðalan brúkt, sum eitt mál, ið skal fáa landsstýrismannin valdan á ting og eftir standa nøkur starvsfólk fullkomuliga á berum.



– Málið um starvsfólkauppsagnirnar á Matrikulstovuni átti at fingið politikarar til at hugsað seg um, men hetta vísir bara hvussu stutt minnið er.



– Starvsfólkapolitikkur hjá tí almenna er ein býur í Kina og tí skal eingin misskilja, tá eg siga, at vit fara at krevja at almenn starvsfólk verða viðfarin ordiliga.



Gunnleivur Dalsgarð sigur við Norðlýsið at so skjótt sum samráðingarnar á Hotel Føroyum eru lidnar fara teir at viðgera málið í Starvsmannafelagnum.