Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnvá við Keldu: Gerðabøur

(Hannefía Joensen)

Seinastu viku fekk Klaksvíkar Kommuna boð frá landsstýrinum um, at býarplanurin varð samtyktur. Tó varð broytingin at leggja Gerðabø út sum grønt øki ikki góðkend

Tað gleðir meg, at eisini landsstýrið sær møguleikarnar í Gerðabøi, og við hesum tekur undir við einum minniluta í býráðnum at loyva bygging á Gerðabøi.

Á býráðsfundi 6. mars í 2007 varð nýggi býarplanurin samtyktur, síðani lá hann frammi til almenna kunning. Eftir freistina at koma við viðmerkingum og kærum, varð málið viðgjørt í Byggi- og býarskipanarnevndini.

Býráðsfundur var síðani hildin 3. juli í 2007, har býarplanurin var á skránni og samtyktur, tó var ósemja um økið Gerðabø, oman- og niðanfyri Oyravegin.

Ásetingar
Í Klaksvík er stórur tørvur á byggilendi, og tí er sera umráðandi, at vit "økonomisera" við tí lendi vit hava. Her haldi eg, at tað er ógvuliga óumhugsað, at leggja so stór og góð lendi sum Gerðabø, bæði oman- og niðanfyri Oyravegin, út til grøn øki.

Henda støða gjørdi, at Jákup Mikkelsen og eg settu broytingaruppskot fram, har vit mæltu til at gera økið niðanfyri Oyravegin til grønt økið, fyri at fáa ígjøgnum, at varðveita ásetingarnar fyri økið omanfyri vegin, sum áður var lagt út til almennar og privatar skrivstovur, sum er bráðneyðugt at fáa til vega í Klaksvík, men hetta fall, og sostatt varð Gerðabøur, bæði økini oman- og niðanfyri Oyravegin, lagdur út til grønt øki, uttan møguleika fyri bygging.

Nú kann staðfestast, at enn einaferð hevur ein meiriluti í Klaksvíkar Býráð tikið eina avgerð, sum ikki kann útinnast.

Ein ætlan fyri økið
Vit hava stóran tørv á byggilendi, og tí gleðist eg um, at aftur er møguleiki fyri, at Gerðabøur kann gerast ein depil, har vit sum kommuna geva okkara kreativu skúlum enn betur kor, og tengt at okkara ríku fornu søgu, kunnu gera eina heildarætlan fyri økið.

Í Klaksvík hava vit góðar og vælvirkandi skúlar sum Húsarhaldsskúlan, Vevskúlan og Handarbeiðsskúlan, Kokkaskúlan og Skiparaskúlan, sum allir hava tørv á betur umstøðum. Saman við einum útbygdum og vælriknum Tekniska Skúla á økinum, kundu vit skapt eitt kraftsentur innan útbúgving og mentan á staðnum.

Eisini hevur verið nógv tosað um kollegiibygging í Klaksvík. Hetta hevði ligið væl á økinum, við vøkrum náttúruumhvørvi og tætt við skúlarnar. Við skúlum og bústøðum, hevði hetta skapt eitt áhugavert umhvørvi fyri bæði næmingar, lærarar og Klaksvík.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur í Klaksvíkar Býráð

Harleyfacadeacryl