Gunvá við Keldu, býráðslimur og fyrrverandi Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, heldur lítið um leiklutin hjá Jógvan Skorheim í mun til, hvørt tað skal verða frítt at koyra eftir at lánsgjøldini eru goldin í undirsjóvartunnulunum

Gunvá við Keldu ger viðmerkingar á sínum facebook vanga til lesarabrævið hjá Marjus Dam og Jóanis Nielsen, har teir m.a gera vart við at tað skuldi verða frítt at koyra eftir at lánsgjøldini vórðu goldin.
Les viðmerkingarnar hjá Marjus Dam og Jóanis Nielsen, fyrrverandi løgtingsmonnum her.
Gunvá við Keldu skrivar:
Marjus og Jóanis hava grein í sínum máli. Ódámligt at sitandi stjórn ikki virðir innsatsin vágafólk og norðoyingar gjørdu fyri at fáa ment infrakervið í landinum. Sambært viðmerkingunum var greitt, at tá ið lánsjgøldini vóru goldin, so skuldi vera frítt at koyra. Nú verður hetta brúkt sum jarnbrot fyri at leggja allar undirsjovartunlar í eitt felag og vit harvið skulu gjalda í “allar ævir”.
Enn einaferð síggja vit vansan við “dupulta politiska lívinum”. Borgarstjórin í Klaksvík hevur sum formaður í Landsstýrismálanevndini blástemplað hetta og harvið hevur hann mist tað vald hann átti at havt at stríðst saman við vágafólki og norðoyingum!