– Tá tú ert borgarstjóri, so ert tú tað í 24 tímar um døgnið, segði Gunvá við keldu á býráðsfundinum í kvøld, ið heldur at løgtingssessurin kann gera, at borgarstjóra sessurin verður niður raðfestur.
Gunvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri og býráðslimurin við flestu atkvøðum seinasta val hevði eina greiða støðu í málinum um, um Jógvan Skorheim skuldi sleppa at røkja bæði starvið sum borgarstjóri og løgtingsmaður í senn.
– Eg havi eina greiðu støðu í hesum málinum. Eg haldi, at tað er umráðandi, at Klaksvíkar Kommuna og borgararnir í henni hava eina leiðslu, ið veruliga røkir sítt starv. Og eg haldi als ikki, at hetta er ein spurningur um pengar. Tað sum tað snýr seg um er, um man nær at gera tað arbeiði, ið man er valdur til. Fólkaræði er tengt at, at ein gera ein innsats, har ein er. Eg meti ikki, at tað er møguligt her. Tí eg havi sitið í sessinum í 4 ár og veit, hvat tað inniber. Ein kann gott arbeiða í 24 tímar um døgni og alíkaval hava ting eftir at gera bæði politiskt og umsitingarliga, segði hon m.a.
Gunvá helt eisini, at arbeiði í løgtinginum kundi fáa óhepnar avleiðingar.
– Býráðsarbeiði hevur ofta víst seg at vera ein lopfjøl í løgtingið. Men tað finnast eisini fólk, ið hava størri áhuga fyri býráðs politikki og øvugt. Tí meti eg heilt greitt, at annað verður fyri vanbýti og eg stúri eitt sindur fyri, at tað verður býráðsarbeiði. M.a. kann tað skjótt henda, at tú verður partur av málum í løgtinginum og samgonguni, ið tú skalt verja har. Men tað er væl møguligt, at tað vera avgerðir, ið vera tiknar, sum ganga ímóti okkara egnu kommunu, segði Gunvá við Keldu, sum var harliga ímóti uppskotinum.




