Eg eri sera fegin um at bjóða øllum gestum, frá nær og fjar, vælkomnum til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadag 2009 til nakrar hugnaligar og viðkomandi hátíðardagar, har høvuðsvinna okkara er í miðdeplinum.
Ongantíð fyrr hevur so stórur tørvur verið á Føroya Sjómannadegi, har vit verða mint á týdningin og virðið í høvuðsvinnu okkara.
Í løtuni fara partar av okkara fiskivinnu ígjøgnum eina harða kreppu, har heilar vinnugreinar verða hóttar av svíkjandi veiðu og prísum.
Týdning fyri alt
okkara samfelag
Vit kenna ikki framtíðina, men okkara vón er, at skeiva gongdin skal venda, soleiðis at tey mongu, ið hava sjógvin sum livibreyð, kunnu fóta sær aftur.
Men tað eru ikki bert tey, sum arbeiða í sjálvari vinnuni, ið liva av teimum virðum, ið føroyska sjófólkið dregur til lands. Alt okkara samfelag hevur nú í væl meira enn eina øld fyri størsta partin livað av fiskivinnuni.
Hetta sæst eisini aftur, ikki bert her í lokalsamfelagnum, men eisini í fleiri øðrum landspørtum, har sjógvurin hevur sett og setur sín serstaka dám á dagligdagin – bæði í góðum og ringum.
Sanniliga er Føroya Sjómannadagur upp á sítt pláss sum eitt virðiligt tiltak til heiðurs fyri føroyska sjófólkið.
Áhugaverd skrá
Tað var í 2005, at Føroya Sjómannadagur varð hildin á fyrsta sinni, so hetta er fimta árið, at hesir serstøku hátíðardagar verða hildnir.
Við teimum undanfarnu sjómannadøgunum í huga kunnu vit staðfesta, at her er talan um nakrar øðrvísi og fólkakærar dagar, sum savna sera nógv fólk. Talan er um fleiri túsund fólk, sum á hvørjum ári savnast at uppliva Føroya Sjómannadag, og tað undrar ikki.
Fyri tað fyrsta lýsa sjómannadagarnir ein týðandi part av okkara mentan sum fiskivinnutjóð, og harumframt er skráin sera forkunnug, bæði fyri børn og vaksin.
Millum tiltøkini fyri tey smáu kunnu nevnast fiskikapping fyri sjórænarar, fløskupostar, vatnkríggj á Pollinum, framsýning av livandi fiskum o.s.fr.
Tað obligatoriska stóra kaffiborðið á Stangabrúnni verður leygarmorgunin kl. 11:15 har formliga setanin av Føroya Sjómannadegi eisini fer fram.
Framsýningarnar eru fleiri umframt fyrilestrar um viðurskifti við tilknýti til sjómannin.
Í deildini hjá EIK í Klaksvík verður ein forvitnislig framsýning av modellskipum hjá listamanninum Hans J. Fuglø, Bátasavnið í Leirvík er opið, Samsonar-smiðjan hevur opið hús, mótaframsýning av skipsklæðum verður á bryggjuni, og egningarskúrarnir á Stongunum verða eisini karmar um listaframsýningar og kaffistovur hesar dagarnar.
Ein serlig vælkomuheilsan fer til tey vitjandi seglskipini, sum seta sín serliga dám á sjómannadagarnar.
Tá tey hava lagt at bryggju, byrjar Skipalistaquizzin og tær serstøku føroyameistarakappingarnar innan ymisk sjómansbrøgd, sum altíð savna nógvar áskoðarar. Eitt nú at kasta lodd, kasta fanglínu, kassa-stabling, trolbøting, vinda hespur upp í noða, togtogan millum skipsmanningar, halda dregg, kelving, agnskering, sjómanstak og ikki at gloyma føroyameistarakappingin í egning.
Hjartans tøkk til
fyrireikararnar
Eg vil vegna Klaksvíkar Býráð bera eina hjartans tøkk til fyrireikararnar av Føroya Sjómannadegi, sum á hvørjum ári sjálvbodnir skipa fyri hesum einastandandi og viðkomandi tiltaki.
Slíkar eldsálir, ið vísa so stórt hugflog, áræði og áhaldni, hava ómetaliga stóran týdning fyri lokalsamfelag okkara – ja, fyri landið alt.
Umframt at seta høvuðsvinnuna á tað pláss, hon hevur uppiborið, so er Føroya Sjómannadagur við til at varðveita og fjálga um ta serligu mentan, sum hongur óloysiliga saman við føroyska sjómanninum.
Aftur í ár er nógv áhugavert og forvitnisligt í fjølbroyttu skránni.
Hjá øllum er okkurt áhugavert at vitja á hesum serligu hátíðardøgum, har tiltøkini eru ókeypis.
Hjartaliga vælkomin at vitja Klaksvíkar Kommunu og Føroya Sjómannadag 2009.
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri




