Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunvá við Keldu, borgarstjóri: Kósin stóran týdning fyri Klaksvík

John William Joensen

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, var í vikuni á gátt hjá Hanusi Hansen, stjóra á Kósini, og bar fram eina heilsan og tøkk frá býráðnum til stigtakarar, leiðslu og arbeiðsfólk á Kósini.

Týsmorgunin 24. november 2009 var Kósin meir at kalla átøk eini blómubúð, har hópin av stórum og vøkrum blómutyssum stóðu við góðynskjum frá nær og fjar.  

Tað blíðkar fyri hugaðum fólki, eisini norðuri á Kósini, og í lokalsamfelagnum og kring landið alt fegnast fólk saman við Kósini og stigtakarunum til at fáa virkið í gongd aftur.

Fyri ári síðan var tað mett sum ein sjálvfylgja, men eftir útivið heilt ár uttan virksemi kennist tað ógvuliga fløvandi og hugaligt at síggja Kósabryggjuna líkjast sær sjálvari aftur ”sum í gomlum døgum”, har trukkar rokaðust aftur og fram og hópin av 1000 kg-saltsekkjum stóðu uttanfyri.

Hópin av fólki nýttu høvið at støkka inn á gólvið og heilsa uppá.

Jú, lagið var gott á Kósini hendan fyrsta framleiðsludagin, og stjórin var glaður um at sleppa í gongd. Hann frøddist eisini um, at beinanvegin var fiskaprísurin farin nakað upp.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, var eisini á gátt og bar fram eina heilsan og tøkk frá býráðnum til stigtakarar, leiðslu og arbeiðsfólk á Kósini, sum hevur ein ómetaliga stóran týdning fyri Klaksvíkar Kommunu.

(Kelda: www.klaksvik.fo)